BLUE BIRD FILM

Maðurin ið slapp at fara

Føroyskur spælifilmur, framleiddur í 1994.

Ein sorgblíð skemtisøga um ein eldri ektamann, sum ein skjønnan dag ger av at fara frá konuni fyri at liva saman við tí nógv yngri Mariu.

Konan tekur hetta heilt róliga. Hon er hvørki óð ella kedd, men heldur at hann skal sleppa at renna hornini av sær. Honn er sannførd um, at hann skjótt verður klókari og fer at koma aftur til sín. Tað ger hann eisini, men ikki akkurát so, sum hon hevði hugsað sær...

Leikarar: Sverri Egholm, Adelborg Linklett, Anneli Aeristos-Andersson, Eyð Matras, Hilmar Joensen, Nora Bærentsen, Kári D. Petersen.

57 min. - Handrit & leikstjórn: Katrin Ottarsdóttir. - Framleiðsla: Herremagasinet Film & TV fyri Danmarks Radio. 1994.


© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund