BLUE BIRD FILM

Eingin kann gera tað perfekta

Eitt portrett av myndahøggaranum Hans Paula Olsen.

Í filminum hjá Katrini Ottarsdóttur eru vit við myndahøggaranum Hans Paula Olsen og kvinnuligu nakinmodell hansara í atelierinum í einum bakgarði í Keypmannahavn, har Hans Pauli er í holt við størstu standmynd sína nakrantíð, og har hann rummiskur greiðir frá sínum tonkum um list og um tað at skapa.
Vit eru flugan á vegginum, tá hann gloymir myndatólið og bara er til fyri at skapa sína list við berum hondum. Og vit uppliva mótsetningin millum listina, tá hon stendur so tignarlig í teimum fínu listahøllunum, og tá hon bara er vátir leirklumpar í eini skitnari garasju.

Hans Pauli Olsen er føddur í Havn í 1957. Hann brúkar ofta klassiskt tilfar sum granit, gips og bronsu í standmyndum sínum, og hevur sítt egna, serstaka figurativa listasnið, har menniskjamyndin er tað berandi.

Síggj treylara og onnur klipp her.    Keyp dvd-fløgu á netinum frá tutl.

Dorte Hygum Sørensen í Politiken 27. januar 2008:    
"Uopstyltet og konkret fortæller Hans Pauli Olsen om sit arbejde (...) Fra han begynder at tegne skulpturen op på papir, til den står færdig på Charlottenborg, har Ottarsdóttirs fotografering smukt fat i materialernes forskellige stoflighed og Hans Pauli Olsens arbejde med dem."

Thomas Pederesen á ON-Z.dk 1. februar 2008:    
"Nordatlantiske Biodage skydes godt igang med filmen Ingen kan lave det perfekte. (...) Vi er konstant omgivet af byster, torsoer, menneskeskulpturer, studietegninger og glæden ved at skabe disse næsten perfekte spejlinger af mennesket. (...) Måske kan ingen lave det perfekte, sådan som filmens titel hævder, men for nærværende anmelder at betragte kommer Hans Paulis udtryksfulde skulpturer af mennesker ganske tæt på."
Les alt ummælið her.

Pætur Marjunarson Dahl í Sosialinum 5. februar 2008:
"Hans Pauli Olsen er listamaður við stórum L (...) og júst hesa sannroynd eydnast tað Katrini Ottasrdóttir at lýsa til fulnar. (..) Tað er ein sonn fragd at hoyra og síggja Hans Paula Olsen forklára sítt meginparadoks sum listamaður. (...) Við 'Eingin kann gera tað perfekta' markerar Katrin Ottarsdóttir seg enn einaferð sum eitt av oddafólkunum innan føroyska filmsheimin"

Í Dimmalætting 27. mars 2008 heldur Gudmund H. Nielsen, at hóast onkur lýti, so ein sera positivur, inspireraður og inspirerandi dokumentarfilmur um ein sera dámligan listamann.



Í hesum filmi eru eingir listaserfrøðingar, ið tosað djúpt og við andakt um list. Tvørturímóti. Her er vit við í skapanarprosessini, vit eru fluan á vegginum, tá listamaðurin arbeiðir í sínum lítla atelieri í einum bakgarði í Keypmannahavn, mitt ímillum bilverksmiðjur, rustað bilvrak og fjøll av gomlum bildekkum. Her arbeiðir hann við sínum kvinnuliga nakinmodelli og skapar eina risakvinnu av leiri.

Vit síggja, hvussu verkið verður til, frá teimum fyrstu leitandi strikunum á pappíri, til tann meiri enn 3 metra høga standmyndin stendur liðug í listaskálanum Charlottenborg. Vit eru við listamanninum, tá hann gloymir fasaduna og kemur við onkrum gullkornum. Tá ið hann bara er til fyri at skapa sína list og við berum hondum klamsar við leirinum og slættar út við lógvanum og ger djúpar foyrur við knúgvunum. Uppímillum tosar hann um sína list ella fortelur onkra anekdotu. Aðrar tíðir er hann tigandi, andar bara fyri sínum arbeiði.

Vit uppliva mótsetningin millum listina, tá hon stendur so tignarlig í teimum fínu listahøllunum, og tá hon bara er einfaldir leirklumpar í eini óruddiligari garasju osfr.

Og so er tað dísin í lívi hansara, konan Hjördis Haack, ið sjálv er listakvinna, og sum hevur verið Hans Paulasa fasta modell gjøgnum tíðina. Tey hava verið sum ein symbiosa, men tann tíðin er av. Hans Paula hevur tørvað nýggj landsløg at arbeiða í, og tað hevur Hjördis noyðst at læra seg at liva við. Men tey kunnu enn dansa tango saman millum allar standmyndirnar heima við hús ella í garasjuni.

Credits

Leikstjórn, upptøka & klipping: Katrin Ottarsdóttir. Hugskot: Hugin Eide & Katrin Ottarsdóttir. Ljóðeftirarbeiði: Jazbo Gross von Magius. Framleiðandi: Hugin Eide. Framleiðsla: Blue Bird Film © 2008. Longd: 85 minuttir. Danskir og enskir undirtekstir.
Frumsýningar: 30.1.2008 á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, og 25.2.2008 í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Stuðlað hava: Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Eik Banki, Fjølrit, Listafelag Føroya & Føroya Skúlabókagrunnur.

© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund