Ein regla um dagin má vera nokk!
Eitt portrett av rithøvundinum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen.
"Ein Tóroddur um dagin heldur keðseminum burtur." - Kim Simonsen í Sosialinum
EIN REGLA UM DAGIN MÁ VERA NOKK! er eitt portrett av yrkjaranum, myndlistamanninum og tónleikaranum Tóroddi Poulsen (f. 1957), sum í 25 ár hevur verið ein týðandi úrmælingur í føroyskum bókmentum – og seinstu árini eisini í myndlist og rokktónleiki. »Eg havi ongantíð verið serliga prátingarsamur,« sigur Tóroddur einastaðni í filminum, og tað kann vera nakað um tað. Tóroddur sigur ikki hvat sum helst við hvønn sum helst, men tað hevur eydnast Katrini Ottarsdóttur at gloppa onkrar lúkur og at fáa mannin at tosa um tað, sum hann annars ikki tímir at tosa um: seg sjálvan og sína list. Eisini viðger hann t.d. Gud, lívið og deyðan, og umframt alt hetta er filmurin á tremur við yrkingum, myndlist og tónleiki hjá Tóroddi.
Síggj treylara og onnur klipp her. Keyp dvd-fløgu á netinum frá tutl.
EYKATILFAR á dvd-fløguni:
- Tóroddur um bókmentafrøðingar, tey gudligu, kappróður og annað gott.
- Myndarøð við málningum, akvarellum og tekningum hjá Tóroddi.
- Tóroddur lesur yrkingar og syngur og spælir upp á guittara og sálmasúkklu.
- Tóroddur etur ein fiskebolla.
Allan Berg Nielsen á Filmkommentaren.dk 3. aug. 2009:
"Det er en god film, en klog film, en alvorlig film og naturligvis en meget morsom film. (...)
Først er det underligt (...) Så bliver det meget, meget morsomt som nævnt. Det slutter så absolut i det tankevækkende og originale. Det er en rigtig god film.
"
Les alt ummælið her
Ebbe Iversen í Berlingske Tidende 17. sept. 2008:
"I den intime portrætfilm ... portrætteres han (Tóroddur, red.) med årvågen lydhørhed af landsmanden Katrin Ottarsdóttir. (...) ... hans (Tóroddurs) digte er skarpe og skrappe, og man kommer til at kunne lide ham i løbet af denne dybt koncentrerede, visuelt krystalklare og underfundigt morsomme film."
Les alt ummælið her
Katrin um Tórodd og filmin:
"At vera saman við Tóroddi er at innstilla seg uppá, at her gongur tíðin í tí tempo, sum Tóroddur vil hava hana at ganga í. Ikki skjótt, ikki spakuliga, men 'Tóroddsliga'. Tankar og hugskot koma, tá tey hava hug at koma, kanska koma ongi orð tann dagin, tú vildi hava tey at koma, men so koma tey tess sterkari tann dagin, tá tú ikki roknaði við nøkrum.
Saman við Tóroddi er onki forútsigiligt. Tóroddur sigur ikki hvat sum helst við hvønn sum helst, og eitt kamera ger teg hvørki meiri ella minni áhugaverdan í hansara eygum. Tóroddur veit nær hann hevur givið eina passandi dosis frá sær, og hann er ikki oyðslutur, ofta fært tú onki frá honum, og so álíkavæl ...! Um tú hyggur ordiliga eftir og lurtar væl, so er tað har álíkavæl, alt tað Tóroddsliga, og tað eru hesar góðbitar, sum eg gjarna vil deila við tykkum øllum."
Credits
Leikstjórn, upptøka & klipping: Katrin Ottarsdóttir. Hugskot: Hugin Eide & Katrin Ottarsdóttir. Ljóðbland: Iben Haahr Andersen. Framleiðandi: Hugin Eide. Tónleikur: Tóroddur Poulsen, Kaj Klein. Framleiðsla: Blue Bird Film © 2008. Longd: 59 minuttir (+ 76 min. eykatilfar á fløgu-útgávuni). Undirtekstir: Danskir og enskir.
Frumsýningar: 17. september 2008 á Den Nordatlantiske Brygge í Keypmannahavn og 17. oktober 2008 í Norðurlandahúsinum í Havn.
Stuðlað hava: Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Eik Banki, Fjølrit & Føroya Skúlabókagrunnur.
© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund