Sporini vaksa úr orðum
Eitt portrett av rithøvundinum Jóanesi Nielsen.
SPORINI VAKSA ÚR ORÐUM lýsir rithøvundin, sjómannin, verkamannin, sosialistin og tjóðskaparmannin
Jóanes Nielsen (f. 1953), ein tann týdningarmesti og hvassasti pennurin í nýggjari føroyskum bókmentum.
Skiftandi millum frásøgn og yrkingar ger Katrin Ottarsdóttir, filmsskapari, eina hugtakandi lýsing av
manninum aftan fyri høvundin. Jóanes sigur bersøgin frá lívsroyndum, ið hava havt týdning fyri hann sum
menniskja og sum rithøvund, og hann himprast ikki at vísa sítt viðbrekni sum menniskja og sum maður.
Eykatilfar á dvd-útgávuni : Yrkingaupplestur við Jóanesi og ymisk onnur brot.
Les UMMÆLI í Sosialinum her.
![]() |
![]() |
![]() |
Katrin Ottarsdóttir um filmin:
"Sporini vaksa úr orðum" man vera íbirtur av mínum egnu fordómum um Jóanes. Hesin álvarsami maður, sum altíð hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn - antin á prutli ella í djúpum tonkum við hondunum handan bak gjøgnum havnargøtur. Ivaleyst ikki ein maður, ið tók tilveruna við løttum. Og so var hann eisini yrkjari og livdi sína kommunistisku sannføring fult og heilt sum fiski- og arbeiðsmaður. Hartil vóru hansara atfinningarsomu og bersøgnu lesarabrøv og greinir ofta at lesa í bløðunum.
Sjálvt um eg bara eri 4 ár yngri enn Jóanes, so tóktiskt hann mær altíð øgiliga vaksin og ræðandi í síni sannføring. Eg var vís í, at ein sóvrin sum eg, í hansara miskunnarleysu eygum, ikki hevði nakað upp á seg. Eg, ein politiskur ignorantur, gitin av tveimum inkarneraðum javnaðarfamiljum.
Nei, Jóanes var bara ikki ein persónur, tú kundi fara yvir um vegin at tosa við uttan at kenna teg býttan og óvitandi um lívsins sonnu viðurskifti. Eg var eisini vís í, at vit neyvan nakrantíð fóru at hava nakað við hvønn annan at gera.
Tað var eisini við skelvandi hondum at eg, sum so leingi havi verið asfaltføroyingur, fór í gongd við hendan filmin um og við tjóðskapar- og tjóðveldisføroyinginum mikla. Mundi hann fara at gjøgnumskoða mín tvørrandi intellektuella og politiska førleika og skýra filmsprojektið sum óseriøst og popput?
Men samstundis eri so passaliga treisk, tá tað snýr seg um at gera film, at eg valdi at leypa á bláman og so síggja, hvussu leikur fór. Og eg má viðganga, at allir mínir fordómar vórðu gjørdir væl og virðiliga til skammar."
Credits
Leikstjórn, upptøka & klipping: Katrin Ottarsdóttir. Hugskot: Hugin Eide & Katrin Ottarsdóttir. Ljóðbland: Iben Haahr Andersen. Framleiðandi: Hugin Eide. Framleiðsla: Blue Bird Film © 2009. Longd: 75 minuttir (+ ?? min. eykatilfar á fløgu-útgávuni). Undirtekstir: Danskir og enskir.
Frumsýningar: Desember 2009 á Meiarínum í Havn. Donsk frumsýning í februar 2010 á Bryggjuni í Keypmannahavn.
Stuðlað hava: Mentamálaráðið, Mentanargrunnur Landsins, Eik Banki, Fjølrit, Føroya Skúlabókagrunnur, KulturKontakt Nord, Dansk-færøsk Kulturfond og Tórshavnar Kommuna.
© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund