BLUE BIRD FILM

"Jóanes veksur úr orðum"

Filmurin »Sporini vaksa úr orðum« er ein hugtakandi rundferð í søguni um rithøvundan Jóanes Nielsen í gevandi selskapi við hansara yrkingum.

UMMÆLI. Anna V. Ellingsgaard í Sosialinum 4. desember 2009:

Jóanes veksur úr orðum

Styrkin í nýggja filminum um Jóanes Nielsen er bæði paradoksalt og eyðsýnt, at orðini og ikki myndirnar spæla høvuðsleiklutin

Umleið miskeiðis í nýggja filminum »Sporini vaksa úr orðum« hjá Katrin Ottarsdóttir um Jóanes Nielsen fer rithøvundurin gangandi seigliga eftir vegnum úti við Strond við einum gjøgnumskygdum frystiposa í hondini. Í posanum liggja 2 smáir kettlingar og mjava bønandi. Komin oman í fjøruna leggur hann ein stein niður í posan, knýtur fyri aftur, steðgar á eina løtu og tveitur so posan út á sjógv. Í seinasta klippinum í senuni sæst Jóanes vaska sær hendurnar í einum hyli, meðan dunið av briminum fyllir ljóðmyndina.

Hóast symbolikkurin er tungur sum aldudunið, er senan eitt gott dømi um, hvussu Katrin Ottarsdóttir skapar eitt filmiskt drama úr skaldsliga universinum hjá Jóanes Nielsen, har eirindaloysið, valdið og stóru elementini seta ósentimentalu treytirnar fyri lívið, kærleikan og tey verjuleysu. Frásøgutekniskt er senan eisini sannførandi, tí hon er framhald av søguni um kettuna, sum er við frá byrjan, og tí hon tematiskt knýtir seg í halan á fleiri søgum um tað stóra í tí lítla. Sum tá Jóanes etir 'pápa' sín, tá hann tyggir eitt grasstrá av hansara grøv, ella spakuliga snarar lítla handtakinum á skroypiligu spælidósini, sum spælir altjóða arbeiðarasangin »Internationale«, sum eftir mínum tykki eisini er mest rørandi brotið í filminum.

Styrkin í hesum brotunum er kortini, at filmskvinnan steðgar, meðan leikur er góður, so filmisku dramabrotini ikki vera kroyst niður yvir skaldskapin.

Senur sum hesar spæla eitt vandamikið spæl við myturnar um Jóanes Nielsen, men skáka sær sum heild undan at gerast klisjéir. Í staðin kemur filmurin í klørnar á síni egnu sjálvskaptu klisjé, har hann inisterar uppá at »finna inn til menniskjað handan rithøvundan« Eg veit ikki, hvat filmskvinnan hevur væntað at finna ella ætlað at brúka tað til. Tað, eg sjálv sá, handan rithøvundan Jóanes Nielsen var rithøvundan Jóanes Nielsen, og tað var deiliga ríkiligt at fáa váttað. Fleiri ferðir í fiminum staðfestir Jóanes avgjørdur, at um hann ikki var rithøvundur, so var Jóanes Nielsen ikki til. Og um vit endiliga vilja vita tað, so viðgongur hann, at hann ikki hevði kunnað liva við sínum óstøðugu kenslum, um hann ikki hevði lært at kanalisera tær inn í skaldskapin. Sum í 'Jóanes er orðini eru Jóanes', um tú vilt. Tað er skaldskapin, tað snýr seg um, altíð og fyrst og fremst skaldskapin. Góðtekur tú tað sum áskoðari, gevur filmurin eitt útsýni ella rættari innsýni, sum er gull vert.

Hetta merkir ikki, at alt hitt er óáhugavert, tí bæði fyri rithøvundan og filmskvinnuna hanga tingini saman. Skaldskapur dettur ikki av himli, og treytirnar fyri at skapa hann kunnu vera kaldar og kyniskar. Uttan at blunka fortelur Jóanes um parlagið, sum fekk eitt skot fyri bógvin, um skuldarkensluna sum maður og pápi og um at eyðmýkja seg sjálvan at ganga biddaragongd - alt fyri at sleppa at skriva. Eisini um hann veit, at ongin hevur biðið um hansara meining um nakað sum helst. »Reyðir prestar« sum hann fáa heldur ikki bæði ókeypis bústað og feita løn sum hinir prestarnir, men fyri tað eru teir prestar, undergroundsprestar, sum sita og skriva heilagar skriftir um kvøldarnar og seta tingini í perspektiv.

Her fingu filmskvinnan, rithøvundurin og filmurin hóskandi sligið nakrar føroyskar mentanarpolitiskar sannleikar fast, sum áttu at havt fingið onkran mynduleika at seta pinnamatin í hálsin í gjárkvøldið.

Hóast Katrin Ottarsdóttir undan sýningini staðfesti, at hetta er Jóanes Nielsen, sæddur við hennara eygum, so eigur Jóanes Niesen sjálvur fyrst og fremst filmin eftir mínum tykki. Tað er hansara frálíki upplestur og góðu frásøguevni, sum skapa dynamikkin, har filmiski dramatikkurin manglar. Uttan iva ger hetta filmin myndaliga einsháttaðan fyri summi, men her hevur Katrin Ottarsdóttir fyrst og fremst valt at vera trúføst móti rithøvundanum og evninum. Tí er tað eisini hugtakandi at síggja og hoyra, hvussu hon letur yrkingarnar hjá Jóanesi vera fremsti sambindingarliðurin. Bara konsekventa nýtslan av yrkingunum og mátin, tær binda søguna um Jóanes saman, ger, at filmurin væl tolir at vera sæddur fleiri ferðir.

Søgusporini eftir Jóanes Nielsen fara heilt vist at vaksa úr orðum, sjálvt um hann sjálvur heldur tað vera nakað innbilskt tvætl at siga slíkt. Men beint her og nú veksur Jóanes Nielsen úr sínum skaldskapi, ikki úr myndum. Í so máta sýnir filmurin størstu virðing fyri at listin ikki bara kann latast í ein annan ham, so hon glíður lættari niðurum.


© 2007 Hugin Eide | Design by Andreas Viklund